Hósdagur – 24. apríl

10:00

Kvøldaropið

Runavík, Saltangará og Glyvrar

Handlarnir hava kvøldaropið til kl. 22:00. Sí skránna við at trýsta á "Les meira".

NÓGV GÓÐ TILBOÐ!

Les meira

10:00 Listaframsýning við Jórun Pólsdóttur í Café Cibo

10:00 Listaframsýning við Sigbritt við Neyst Hansen í Radiobúðini

10:00 Listaframsýning við Jákup P. Gaardlykke í Colorama

14:00 Ein ferð gjøgnum søguna hjá Føroya Tele

- Síggj gamlar myndir og tól, sum hava sett sín dám á menningina av telesambandinum í Føroyum

16:00 Barnatiltak í Føroya Banka

16:00 Bassi og Bassilina vitja uttanfyri deildina hjá Betri Banka

17:00 Bárður á Lakjuni hevur konsert á svalanum uppiá Betri Banka

17:00 Miðbýurin - Ósbjørn Jacobsen hugleiðir um miðstaðarætlanina hjá Runavíkar kommunu og lívið millum bygningarnar í Løkshøll

19:00 Bókaframløga: "Vilji er lekjandi máttur" eftir Gunnar Hjelm í Bókabúðini

10:00

Plantuprent fyri barnagarðsbørn v/ Edith Mørkøre/Litbrigdi

Barnagarðurin á Mýrunum, Runavík

Plantuprent fyri barnagarðsbørn

Les meira
10:00

Listaframsýning við Jákup P. Gaardlykke í Colorama

Heiðavegur 60, Saltangará

Opið til kl. 22:00.

Les meira
10:00

Listaframsýning við Sigbritt við Neyst í Radiobúðini

Heiðavegur 52, Saltangará

Opið til kl. 22:00.

Les meira
10:00

Framsýning av troyggjum hjá Hallberu og málningum í Berglon

Heiðavegur 9-11, Saltangará

Opið er til kl. 22:00.

Les meira
10:00

Listaframsýning við Jórun Pólsdóttur í Cafe Cibo

Heiðavegur 51, Saltanagará

Opið er til kl. 21:00.

Les meira
14:00

Krígsárini í Søldarfirði

Bønhúsið Bethel, Søldarfjarðarvegur 16

Mynda- og ljóðframsýning av hersetingini. Opið er til kl. 19:00.

Les meira
14:00

Listaframsýning í Bátafelagnum á Glyvrum

Á Støð 1, Glyvrar

Sofus D. Poulsen hevur listaframsýning í Bátafelagnum á Glyvrum í mentanarvikuni.

Opið er 21. - 25. apríl kl. 14:00-18:00. Tiltakið er ókeypis.

Les meira
14:00

Listaframsýning við Jón Magnus Joensen í Gamla handlinum hjá Pidda

Gulasteinsvegur 6, Runavík

Í samband við mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu í ár, 2025, fer Jón Magnus Joensen at hava eina málningarframsýning í gamla handlinum hjá Pidda í Runavík. Hetta er triðju ferð, hann sýnir fram her.

Handilshølini, ið langt síðan hava latið aftur, siga frá eini farnari tíð. Hetta eru gomul sjarmerandi hús í hugnaligum umvhørvi. Tey standa niðast við sjóvarmálan innast í Runavíkar havn, nærri Gulasteinsvegur 6 í Runavík.

Tiltakið er ókeypis. Opið er til kl. 19:00

Les meira

Jón Magnus er virkin málari og hevur havt mangar framsýningar ymsastaðni. Hann hevur luttikið á sensureraðum framsýningum. Jón hevur málað, síðan hann var ungur og hevur verið á listaskúla í Danmark eitt skifti.

Stílurin er ekspressionistiskur við naturalistiskum eyðkennum og við góðum litspæli og ljósi.

Jón er frá Argjum og býr á Toftum.

14:00

Ein ferð gjøgnum søguna hjá Føroya Tele

Telebúðin í Saltangará, Heiðavegur 21

22., 23. og 26. apríl kl. 13 til 16 og 24. apríl kl. 14 til 20, kanst tú í telebúðini í Saltangará fara á eina spennandi ferð gjøgnum fjarskiftissøguna hjá Føroya Tele. Síggj gamlar myndir og tól, sum hava sett sín dám á menningina av telesambandinum í Føroyum – frá fyrstu telefonini til dagsins framkomnu tøkni.

Les meira
15:00

Ria Tórgarð lesur søgu fyri búfólkunum á Roðanum

Roðin í Runavík

Ria Tórgarð lesur søgu fyri búfólkunum á Roðanum

Les meira
15:00

Magnus Heinason - hetja ella brotsmaður?

Gamli skúlin í Oyndarfirði, Sýnarbrekkan 2

Framsýning við úvaldum originalum tekningum eftir Jóannes B. lamhauge úr bókini um Magnus Heinason.

Opið er kl. 15:00 - 18:00. Tiltakið er ókeypis.

Les meira
16:00

Listaframsýning við Edwardi Fuglø

Glyvra kirkja

Tiltakið er ókeypis. Opið er til kl. 18:00.

Les meira
16:00

Framsýning av lokalum listaverkum í bygdarsalinum á Skála

Bygdarsalurin í høllini á Skála

Rutt Mikkelsen, Annika Brynhildardóttir, Birna Mikkelsen, Jette Kalsoy, Sámal Weihe og Kaj Olsen sýna ymisk listaverk fram so sum málningar, glaslist, veving og timbur. Opið er til kl. 20:00.

Les meira
16:00

Bassi og Bassilina vitja uttanfyri deildina hjá Betri Banka

Saltangará

Bassi og Bassilina bjóða øllum børnum okkurt gott og kaffi til tey vaksnu. Tiltakið er ókeypis.

Les meira
16:00

Barnatiltak í Føroya Banka

Saltangará

Á skránni verður glimmur og andlitsmáling, børnini fáa ballónir og okkurt gott til góman. Eisini vitjar Vitus. Opið er til kl. 19:00.

Les meira
17:00

Fuglatúrur við Silasi Olofson í Skálafirði

Skálafjørður

Túrurin byrjar við Effo-støðina í Skálafirði. Gingið verður eftir gøtuni og yvir til bátahylin. Hugt verður eftir fugli í fjøruni og á fjørðinum. Eisini verður tosað um fuglalív og náttúru í Skálafirði.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á atgongumerki.fo. Tað er avmarkað pláss til túrin. Minnist til heit klæði og tak gjarna egið kaffi við til túrin.

FULT TEKNAÐ!

Les meira
17:00

Sáa og planta við Almu og Anette

Grøna økið / BBR garasja við Løkin yvirav Løkshøll

Lær at velta egið grønmeti, kryddurtir og summarplantur. Anette og Alma vegleiða og ráðgeva í at sáa og planta. Ver í góðum klæðum til bæði innandura og uttandura. Verkstovan heldur fram til kl. 19:30.

Tiltakið kostar 300 kr. + avgreiðslugjald á 20 kr. Íroknað prísinum er alt tilfar; mold og fræ.

FULT TEKNAÐ!

Les meira
17:00

Miðbýurin: Lívið millum bygningarnar

Løkshøll, Runavík

Diversitetur, mentan, samanhald og trivnaður eru orð, sum hava stóran týdning, tá ið hugsað verður um ein miðbý.

Ósbjørn Jacobsen fer at hugleiða um, hvussu lívið ímillum bygningarnar í framtíðar miðbýnum í Runavík kann mennast til eitt miðstaðarøki við trivnaði og mennandi umhvørvi fyri allar borgarar og gestir.

Tiltakið er ókeypis.

Les meira
17:00

Bárður á Lakjuni hevur konsert á svalanum uppiá Betri Banka

Saltangará

Bárður á Lakjuni spælir Leonard Cohen løg

Les meira
17:00

Broderíverkstova hjá Dianu

Heiðavegur 56, Saltangará

Opið til kl. 20:00.

Les meira
19:00

Møsn

Søldarfjørður

Gakk millum stovur, látur og løtur, tá fýra privat heim í Søldarfirði lata dyrnar upp fyri einum heilt serligum stand-up kvøldi.
Byrjað verður í einum heimi og síðani verður ferðast ímillum tey fýra húsini - í hvørjum heimi fer ein nýggjur skemtari at seta gongd í láturvøddarnar. Her verður hugni, stuttleiki og nokk av skemti! Kaffi, køka og okkurt lítið ábit verður at fáa.
Tit sleppa at uppliva legendur sum:

Kristian Sofus Eldevig og Meinhard, Elisa Vang, Hanus Johannessen og Ásbjørn Berthelsen.

Kostnaðurin er 250 kr. + eitt avgreiðslugjald á 10 kr.

Les meira
19:00

Bókaframløga v/ Gunnar Hjelm

Heiðavegur 15, Saltangará

Bókaframløga v/ Gunnar Hjelm - Vilji er lekjandi máttur, verður í Bókabúðini 24. apríl kl.19. Karstin Leitisstein prátar við Gunnar Hjelm.

Les meira
19:30

Tónating fyri ungdómshús

Gula Smiðja, Heiðavegur 46, Saltangará

Gula smiðja hevur tikið stig til eitt tónating fyri bólkar frá ymiskum ungdómshúsum í Føroyum. Ungir tónleikarar luttaka í verkstovum, djamma og hava framførslur á pallinum í Gulu smiðju hóskvøldið kl. 20:00. Nærri skrá verður lýst á Facebookvanganum hjá Gulu smiðju.

Tiltakið er ókeypis.

Les meira
20:00

Kirkjukonsert: Bárður á Lakjuni syngur Cohen

Oyndarfjarðar kirkja

Bárður á Lakjuni hevur í fleiri umførum framført sangir hjá Cohen, og hesar konsertirnar hava verið serstakliga væl vitjaðar. Lagt verður upp til eina inniliga og forkunnuga konsert í hugnaligu kirkjuni í Oyndarfirði, har sangirnir hjá Cohen við føroyskum týðingum eftir Niels Midjord og Alexander Kristiansen vera í miðdeplinum við nærlagni og virðing.

Konsertin er ókeypis.

Les meira
20:00

Fyrilestur við myndum við Silasi Olofson

Bókasavnið við Løkin, Runavík

Fyrilestur við fuglaserfrøðinginum Silasi Olofson. Silas fer at vísa ymiskar myndir.

Tað er ókeypis atgongd til tiltakið.

Les meira
Alla vikuna

Ársins teknikapping

Bókasavnið við Løkin

Ársins teknikapping á Mentanarvikuni 2025. Evnið er: andlitsmyndir.

Lat tína tekning inn á Bókasavninum við Løkin ella á Skála bókasavni, og tú hevur møguleika at vinna góðar vinningar. Allar myndirnar koma upp at hanga - og til ber at koma á Bókasanvið við Løkin á Mentanarvikuni at tekna og fáa tær íblástur.

Les meira
Allan dagin

Kom við í Ævintýraheimin

Æðuvík

Børnini í náttúrubarnagarðinum Víkini í Æðuvík, hava flættað saman ævintýr við náttúruni. Túrurin byrjar í Æðuvík, har sum varðagøtan byrjar. Á leiðini ber til at lesa og spæla ymisk ævintýr og samstundis uppliva ríku náttúruna. Kom og far tá tær/tykkum hugar, men minninst til góðar skógvar.

Les meira