Opið til kl. 17:30
Opið til kl. 17:30.
Plantuprent fyri barnagarðsbørn við Edith Mørkøre / Litbrigdi
Morgunsangur verður í skúlanum. Eisini verður drekkamuður at fáa.
Hjartaliga vælkomin til morgunsang. Til morgunsangin fer skúlaorkestrið at framføra nøkur løg og eisini fer kórið at syngja.
Aftaná verður ein góður drekkamunnur. Tiltakið er ókeypis.
“Gandafloytan” eftir Mozart er millum kendastu og populerastu operurnar í heiminum, og á tremur við góðum tónleiki.
Vit hitta prinsin Tamino, prinsessuna Paminu, Fuglafangaran Papageno, fuglagentuna Papagenu, Náttardrotningina, tær tríggjar damurnar og øll hini í Gandaskóginum, tá leikbólkurin Operetturnar kemur at framføra.
Birita Adela lesur søguna, meðan Operetturnar syngja og spæla.
Tiltakið er ókeypis.
Tekningarnar kunnu latast inn í Berglon frá 17. apríl til og við 23. apríl. Opið er til kl. 17:30. Gávukort verður latið fyri bestu tekning. Tekningarnar hanga uppi í handlinum alla Mentanarvikuna. Nærri kunning á Facebooksíðuni hjá Berglon.
Opið er til kl. 21:00.
Fýra listafólk fara at gera portrettmyndir av tveimum kendum persónum. Almenningurin fær høvi at fylgja við tilgongdini frá kl. 12.00-13.00, tá ið byrjað verður at skitsa og so aftur kl. 15.00-18.00, tá ið portrettini skulu verða liðug.
Jón Sonni Jensen er kurator/vertur og fer at gera samrøður við luttakarar og onnur. Eisini verður ein forkunnug framsýning við portrettum í Skótahúsinum, har ymisk listafólk sýna fram tvey portrett hvør. Høvi verður eisini at keypa sær kaffi og okkurt afturvið.
Ókeypis atgongd, øll eru vælkomin.
Fríggjadagin 25. apríl kl. 15.30, eftir flaggdagshaldið í Skótahúsinum, verður uppboðssøla av teim fýra portrettunum og ágóðin fer til eina stuðulsjáttan til ungt listafólk í Runavíkar kommunu.
Mynda- og ljóðframsýning av hersetingini. Opið er til kl. 19:00.
Sofus D. Poulsen hevur listaframsýning í Bátafelagnum á Glyvrum í mentanarvikuni.
Opið er 21. - 25. apríl kl. 14:00-18:00. Tiltakið er ókeypis.
22., 23. og 26. apríl kl. 13 til 16 og 24. apríl kl. 14 til 20, kanst tú í telebúðini í Saltangará fara á eina spennandi ferð gjøgnum fjarskiftissøguna hjá Føroya Tele. Síggj gamlar myndir og tól, sum hava sett sín dám á menningina av telesambandinum í Føroyum – frá fyrstu telefonini til dagsins framkomnu tøkni.
Framsýning við úvaldum originalum tekningum eftir Jóannes B. lamhauge úr bókini um Magnus Heinason.
Opið er kl. 15:00 - 18:00. Tiltakið er ókeypis.
Tiltakið er ókeypis. Opið er til kl. 18:00.
Rutt Mikkelsen, Annika Brynhildardóttir, Birna Mikkelsen, Jette Kalsoy, Sámal Weihe og Kaj Olsen sýna ymisk listaverk fram so sum málningar, glaslist, veving og timbur. Opið er til kl. 20:00.
Vit fara at lesa klassisku myndabókina "Milo og gandasteinarnir" hjá Marcus Pfister upp á bókasavninum. Okkurt gott verður eisini at fáa hjá børnum og vaksnum.
Gongutúrur frá barakkunum inni á Fløtum, framvið oljutangunum og víðari til bumbuholini úti í Byrgi. Jóannes Djurhus greiðir frá søguni um, tá Søldarfjørður var hersett av bretum.
Túrurin verður áleið hálvanannan tíma langur. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á atgongumerki.fo. Tað er avmarkað pláss til túrin.
Vit fara at lesa klassisku myndabókina "Milo og gandasteinarnir" hjá Marcus Pfister upp á bókasavninum. Okkurt gott verður eisini at fáa hjá børnum og vaksnum.
Tiltakið er ókeypis.
Tiltakið byrjar við søgufrágreiðing og rundvísing. Bílegg við at ringja tlf. 504419 ella send ein teldupost á vikhusini1856@gmail.com.
Kostnaður er 800 kr. per persón - íroknað drekkivørur.
Bára Silvansdóttir hugleiðir um, tá hon fekk staðfest ADHD sum vaksin og um barnabók hennara "Bera og vinkonurnar" - ein føroysk barnabók um ADHD - ið kom út í november 2024. Bókin fæst til keyps fyri 150 kr.
Tiltakið er ókeypis. Møguligt verður at keypa drekkamunn og okkurt aftur við fyri 50 kr.
Vit fara at binda struktur og holmynstur. At hava við: Saks, blýant, ermastokkar nr.4 (umleið) og hóskandi tógv (minst tveir litir).
Kostnaður er 200 kr., boða frá tilmelding á tlf. 219281.
Lær at diska!
Hevur tú hug at fáa fólk at dansa og at kunna seta lív í ballið? So kom og snodda til DJ kynstrið á 2 daga verkstovuni við Anthony Charles í mentanarvikuni 2025.
Undirvísarin hevur drúgvar royndir við at fáa pepp í og fer at greiða frá hvussu tú best kemur í gongd, hvat tú skalt hugsa um og hvussu tú setur tín egna dám á, tá tú diskar.
Verkstovurnar eru í Gulu smiðju 22. og 23. apríl kl. 19:00-22:00 báðar dagar.
Luttøkugjaldið er 500 - íbúgvar í Runavíkar kommunu sum eru undir 18, kunnu rinda við spjaldrinum.
Verkstovan er almenn.
Tilmelding á gulasmidja@runavik.fo
Tað er avmarkað pláss
Sýning av filminum hjá Sakaris Stórá 'Seinasta paradís á jørð'. Eftir filmin fer Herman Eliassen at hava eitt prát við Sakaris Stórá. "Seinasta paradís á jørð" er ein rørandi uppliving, ein løtumynd av einum heimi í broyting. Filmurin samantvinnar søguna, um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm). Í filminum roynir Kári, at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann.
Ársins teknikapping á Mentanarvikuni 2025. Evnið er: andlitsmyndir.
Lat tína tekning inn á Bókasavninum við Løkin ella á Skála bókasavni, og tú hevur møguleika at vinna góðar vinningar. Allar myndirnar koma upp at hanga - og til ber at koma á Bókasanvið við Løkin á Mentanarvikuni at tekna og fáa tær íblástur.
Børnini í náttúrubarnagarðinum Víkini í Æðuvík, hava flættað saman ævintýr við náttúruni. Túrurin byrjar í Æðuvík, har sum varðagøtan byrjar. Á leiðini ber til at lesa og spæla ymisk ævintýr og samstundis uppliva ríku náttúruna. Kom og far tá tær/tykkum hugar, men minninst til góðar skógvar.