Sýning av filminum hjá Sakaris Stórá 'Seinasta paradís á jørð'. Eftir filmin fer Herman Eliassen at hava eitt prát við Sakaris Stórá. "Seinasta paradís á jørð" er ein rørandi uppliving, ein løtumynd av einum heimi í broyting. Filmurin samantvinnar søguna, um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm). Í filminum roynir Kári, at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann.