Fýra listafólk fara at gera portrettmyndir av tveimum kendum persónum. Almenningurin fær høvi at fylgja við tilgongdini frá kl. 12.00-13.00, tá ið byrjað verður at skitsa og so aftur kl. 15.00-18.00, tá ið portrettini skulu verða liðug.
Jón Sonni Jensen er kurator/vertur og fer at gera samrøður við luttakarar og onnur. Eisini verður ein forkunnug framsýning við portrettum í Skótahúsinum, har ymisk listafólk sýna fram tvey portrett hvør. Høvi verður eisini at keypa sær kaffi og okkurt afturvið.
Ókeypis atgongd, øll eru vælkomin.
Fríggjadagin 25. apríl kl. 15.30, eftir flaggdagshaldið í Skótahúsinum, verður uppboðssøla av teim fýra portrettunum og ágóðin fer til eina stuðulsjáttan til ungt listafólk í Runavíkar kommunu.