Verkstova: DJ við Michael Anthony Charles Johannesen

Gula Smiðja, Heiðavegur 46, Saltangará

Lær at diska!

Hevur tú hug at fáa fólk at dansa og at kunna seta lív í ballið? So kom og snodda til DJ kynstrið á 2 daga verkstovuni við Anthony Charles í mentanarvikuni 2025.

Undirvísarin hevur drúgvar royndir við at fáa pepp í og fer at greiða frá hvussu tú best kemur í gongd, hvat tú skalt hugsa um og hvussu tú setur tín egna dám á, tá tú diskar.

Verkstovurnar eru í Gulu smiðju 22. og 23. apríl kl. 19:00-22:00 báðar dagar.

Luttøkugjaldið er 500 - íbúgvar í Runavíkar kommunu sum eru undir 18, kunnu rinda við spjaldrinum.

Verkstovan er almenn.

Tilmelding á gulasmidja@runavik.fo

Tað er avmarkað pláss

No items found.