Listaframsýning við Jón Magnus Joensen í Gamla handlinum hjá Pidda

Gulasteinsvegur 6, Runavík

Í samband við mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu í ár, 2025, fer Jón Magnus Joensen at hava eina málningarframsýning í gamla handlinum hjá Pidda í Runavík. Hetta er triðju ferð, hann sýnir fram her.

Handilshølini, ið langt síðan hava latið aftur, siga frá eini farnari tíð. Hetta eru gomul sjarmerandi hús í hugnaligum umvhørvi. Tey standa niðast við sjóvarmálan innast í Runavíkar havn, nærri Gulasteinsvegur 6 í Runavík.

Tiltakið er ókeypis. Opið er til kl. 19:00

Jón Magnus er virkin málari og hevur havt mangar framsýningar ymsastaðni. Hann hevur luttikið á sensureraðum framsýningum. Jón hevur málað, síðan hann var ungur og hevur verið á listaskúla í Danmark eitt skifti.

Stílurin er ekspressionistiskur við naturalistiskum eyðkennum og við góðum litspæli og ljósi.

Jón er frá Argjum og býr á Toftum.

No items found.