Møsn

Søldarfjørður

Gakk millum stovur, látur og løtur, tá fýra privat heim í Søldarfirði lata dyrnar upp fyri einum heilt serligum stand-up kvøldi.
Byrjað verður í einum heimi og síðani verður ferðast ímillum tey fýra húsini - í hvørjum heimi fer ein nýggjur skemtari at seta gongd í láturvøddarnar. Her verður hugni, stuttleiki og nokk av skemti! Kaffi, køka og okkurt lítið ábit verður at fáa.
Tit sleppa at uppliva legendur sum:

Kristian Sofus Eldevig og Meinhard, Elisa Vang, Hanus Johannessen og Ásbjørn Berthelsen.

Kostnaðurin er 250 kr. + eitt avgreiðslugjald á 10 kr.

No items found.