Listaverk í hópatali við Løkin
Eitt stórt tal av listaverkum verða sýnd fram í Skúlanum við Løkin í Runavík báðar páskadagarnar. Aftur í ár skipa NSÍ Stuðlar fyri framsýningini, og eisini hesaferð eru fleiri av okkara fremstu listafólkum við.
Í fjør tóku NSÍ Stuðlar stig til at skipa fyrilistaframsýning í Runavík. Tað er ikki nakað nýtt tiltak sum so, tí í mongharrans ár var listaframsýningin í Runavík fastur táttur hvørjar páskir.
Tá var tað Lions Club Eysturoy, sum í meiraenn 30 ár skipaði fyri, men seinnu árini hevur eingin framsýning verið – tilnú.
NSÍ Stuðlar hava nú tikið táttin uppaftur, ogbáðar páskadagarnar kann listaframsýningin síggjast í Skúlanum við Løkin fráklokkan 14 til 20.
Tilsamans sýna eini 30 listafólk fram omafyri 100listaverk, og millum listafólkini eru so kend nøvn sum Kári Svenson, Anna Mohr,Hilmar J. Højgaard, Livar Nysted og fleiri onnur.
Í ár verður tað býráðslimurin Petur Hansen, iðfer at seta framsýningina, og tað verður klokkan 14.30 páskadag klokkan 14.Talan er um eina søluframsýning, so her er eitt gott høvi hjá fólki at ogna særgóða list.
Atgongumerkið er samstundis lutaseðil, so einheppin vitjandi kann við bara 50 krónum sum innsatsi vinna ein málning. Eisinifæst ein drekkamunnur til keyps og okkurt gott afturvið.