Handlarnir hava kvøldaropið til kl. 22:00. Sí skránna við at trýsta á "Les meira".
10:00 Listaframsýning við Jórun Pólsdóttur í Café Cibo
10:00 Listaframsýning við Sigbritt við Neyst Hansen í Radiobúðini
10:00 Listaframsýning við Jákup P. Gaardlykke í Colorama
14:00 Ein ferð gjøgnum søguna hjá Føroya Tele
- Síggj gamlar myndir og tól, sum hava sett sín dám á menningina av telesambandinum í Føroyum
16:00 Barnatiltak í Føroya Banka
16:00 Bassi og Bassilina vitja uttanfyri deildina hjá Betri Banka
17:00 Bárður á Lakjuni hevur konsert á svalanum uppiá Betri Banka
17:00 Miðbýurin - Ósbjørn Jacobsen hugleiðir um miðstaðarætlanina hjá Runavíkar kommunu og lívið millum bygningarnar í Løkshøll
19:00 Bókaframløga: "Vilji er lekjandi máttur" eftir Gunnar Hjelm í Bókabúðini
Plantuprent fyri barnagarðsbørn
Opið til kl. 22:00.
Opið til kl. 22:00.
Opið er til kl. 22:00.
Opið er til kl. 21:00.
Mynda- og ljóðframsýning av hersetingini. Opið er til kl. 19:00.
Sofus D. Poulsen hevur listaframsýning í Bátafelagnum á Glyvrum í mentanarvikuni.
Opið er 21. - 25. apríl kl. 14:00-18:00. Tiltakið er ókeypis.
Í samband við mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu í ár, 2025, fer Jón Magnus Joensen at hava eina málningarframsýning í gamla handlinum hjá Pidda í Runavík. Hetta er triðju ferð, hann sýnir fram her.
Handilshølini, ið langt síðan hava latið aftur, siga frá eini farnari tíð. Hetta eru gomul sjarmerandi hús í hugnaligum umvhørvi. Tey standa niðast við sjóvarmálan innast í Runavíkar havn, nærri Gulasteinsvegur 6 í Runavík.
Tiltakið er ókeypis. Opið er til kl. 19:00
Jón Magnus er virkin málari og hevur havt mangar framsýningar ymsastaðni. Hann hevur luttikið á sensureraðum framsýningum. Jón hevur málað, síðan hann var ungur og hevur verið á listaskúla í Danmark eitt skifti.
Stílurin er ekspressionistiskur við naturalistiskum eyðkennum og við góðum litspæli og ljósi.
Jón er frá Argjum og býr á Toftum.
22., 23. og 26. apríl kl. 13 til 16 og 24. apríl kl. 14 til 20, kanst tú í telebúðini í Saltangará fara á eina spennandi ferð gjøgnum fjarskiftissøguna hjá Føroya Tele. Síggj gamlar myndir og tól, sum hava sett sín dám á menningina av telesambandinum í Føroyum – frá fyrstu telefonini til dagsins framkomnu tøkni.
Ria Tórgarð lesur søgu fyri búfólkunum á Roðanum
Framsýning við úvaldum originalum tekningum eftir Jóannes B. lamhauge úr bókini um Magnus Heinason.
Opið er kl. 15:00 - 18:00. Tiltakið er ókeypis.
Tiltakið er ókeypis. Opið er til kl. 18:00.
Rutt Mikkelsen, Annika Brynhildardóttir, Birna Mikkelsen, Jette Kalsoy, Sámal Weihe og Kaj Olsen sýna ymisk listaverk fram so sum málningar, glaslist, veving og timbur. Opið er til kl. 20:00.
Bassi og Bassilina bjóða øllum børnum okkurt gott og kaffi til tey vaksnu. Tiltakið er ókeypis.
Á skránni verður glimmur og andlitsmáling, børnini fáa ballónir og okkurt gott til góman. Eisini vitjar Vitus. Opið er til kl. 19:00.
Túrurin byrjar við Effo-støðina í Skálafirði. Gingið verður eftir gøtuni og yvir til bátahylin. Hugt verður eftir fugli í fjøruni og á fjørðinum. Eisini verður tosað um fuglalív og náttúru í Skálafirði.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á atgongumerki.fo. Tað er avmarkað pláss til túrin. Minnist til heit klæði og tak gjarna egið kaffi við til túrin.
Lær at velta egið grønmeti, kryddurtir og summarplantur. Anette og Alma vegleiða og ráðgeva í at sáa og planta. Ver í góðum klæðum til bæði innandura og uttandura. Verkstovan heldur fram til kl. 19:30.
Tiltakið kostar 300 kr. + avgreiðslugjald á 20 kr. Íroknað prísinum er alt tilfar; mold og fræ.
Diversitetur, mentan, samanhald og trivnaður eru orð, sum hava stóran týdning, tá ið hugsað verður um ein miðbý.
Ósbjørn Jacobsen fer at hugleiða um, hvussu lívið ímillum bygningarnar í framtíðar miðbýnum í Runavík kann mennast til eitt miðstaðarøki við trivnaði og mennandi umhvørvi fyri allar borgarar og gestir.
Tiltakið er ókeypis.
Bárður á Lakjuni spælir Leonard Cohen løg
Gakk millum stovur, látur og løtur, tá fýra privat heim í Søldarfirði lata dyrnar upp fyri einum heilt serligum stand-up kvøldi.
Byrjað verður í einum heimi og síðani verður ferðast ímillum tey fýra húsini - í hvørjum heimi fer ein nýggjur skemtari at seta gongd í láturvøddarnar. Her verður hugni, stuttleiki og nokk av skemti! Kaffi, køka og okkurt lítið ábit verður at fáa.
Tit sleppa at uppliva legendur sum:
Kristian Sofus Eldevig og Meinhard, Elisa Vang, Hanus Johannessen og Ásbjørn Berthelsen.
Kostnaðurin er 250 kr. + eitt avgreiðslugjald á 10 kr.
Bókaframløga v/ Gunnar Hjelm - Vilji er lekjandi máttur, verður í Bókabúðini 24. apríl kl.19. Karstin Leitisstein prátar við Gunnar Hjelm.
Gula smiðja hevur tikið stig til eitt tónating fyri bólkar frá ymiskum ungdómshúsum í Føroyum. Ungir tónleikarar luttaka í verkstovum, djamma og hava framførslur á pallinum í Gulu smiðju hóskvøldið kl. 20:00. Nærri skrá verður lýst á Facebookvanganum hjá Gulu smiðju.
Tiltakið er ókeypis.
Bárður á Lakjuni hevur í fleiri umførum framført sangir hjá Cohen, og hesar konsertirnar hava verið serstakliga væl vitjaðar. Lagt verður upp til eina inniliga og forkunnuga konsert í hugnaligu kirkjuni í Oyndarfirði, har sangirnir hjá Cohen við føroyskum týðingum eftir Niels Midjord og Alexander Kristiansen vera í miðdeplinum við nærlagni og virðing.
Konsertin er ókeypis.
Fyrilestur við fuglaserfrøðinginum Silasi Olofson. Silas fer at vísa ymiskar myndir.
Tað er ókeypis atgongd til tiltakið.
Ársins teknikapping á Mentanarvikuni 2025. Evnið er: andlitsmyndir.
Lat tína tekning inn á Bókasavninum við Løkin ella á Skála bókasavni, og tú hevur møguleika at vinna góðar vinningar. Allar myndirnar koma upp at hanga - og til ber at koma á Bókasanvið við Løkin á Mentanarvikuni at tekna og fáa tær íblástur.
Børnini í náttúrubarnagarðinum Víkini í Æðuvík, hava flættað saman ævintýr við náttúruni. Túrurin byrjar í Æðuvík, har sum varðagøtan byrjar. Á leiðini ber til at lesa og spæla ymisk ævintýr og samstundis uppliva ríku náttúruna. Kom og far tá tær/tykkum hugar, men minninst til góðar skógvar.